Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grasagarður verður stongdur í 14 dagar

Í sambandi við arbeiði í Grasagarði er ætlanin at stongja garðin í 14 dagar frá 8. - 22. mai

Síðan Grasagarður er blivin umvældur og umstøðurnar hjá børnum at spæla í miðbýnum í Havn eru vorðnar nógv betur, hava nógvar barnafamiljur verið at sæð í Grasagarði.

Men í 14 dagar í mai eru børn og barnsligar sálir noydd at finna eitt annað stað at spæla í.

Í sambandi við arbeiði í Grasagarði er ætlanin at stongja garðin í 14 dagar frá 8. – 22. mai 2023. Hetta kemst av, at tað ikki bar til at planta í vetur, umframt at grasið skal sáast og skal hava nakrar vikur at koma fyri seg, soleiðis at tað kann vaksa upp ímillum hybridgrasið.

Tí verður gróðurseting og nøkur onnur smáarbeiði gjørd í hesum tíðarskeiðnum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.