Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppskot til grønlendska grundlóg almannakunngjørt í dag

Í dag verður uppskot til grønlendska grundlóg lagt fram. Uppskotið hevur verið ávegis í fleiri ár, og skal vera grundarlagið fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi

Hvussu sær ein grundlóg út fyri Grønland, tá landið velur at fara úr ríkisfelagsskapinum?

Tann spurningin hevur ein nevnd í Grønlandi arbeitt við í seks ár.

Nú er tilgongdin komin so mikið langt, at almenningurin sleppur at fáa innlit í endaliga uppskotið til eina grønlendska grundlóg. Tað hendir, tá grønlendska stjórnin á almennari móttøku í dag letur uppskotið til grundlóg til tingið í Nuuk, Inatsisartut (Landstingið, jour.).

Tað er talan um eitt uppskot, sum millum annað skal lýsa rættindini hjá grønlendska fólkinum, umframt skyldir við útgangsstøði í grønlendskari mentan, mál og samleika.

Fólkið skal takast upp á ráð
Grønlendska grundlógarnevndin hevur síðan 2017 – undir skiftandi samgongum – fingið broytt arbeiðssetningin fýra ferðir, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Millum annað skuldi arbeiðsnevndin í byrjanini taka grønlendska fólkið upp á ráð, men grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur síðan avgjørt, at hetta skal henda seinni.

Formaðurin fyri grønlendsku grundlógarnevndini, Ineqi Kielsen, vónar, at fólkið fer at kjakast um uppskotið til grønlendska grundlóg, og á tann hátt taka tað til sín.

– Mín vón er, at samfelagið fer at taka væl ímóti uppskotinum, lesa tað og kjakast um tað, sigur hann við KNR.

Eftir at uppskotið verður lagt fram í dag, byrjar eitt nýtt arbeiði, har Inatsisartut skal taka støðu til, hvussu arbeiðast skal víðari við uppskotinum til grønlendska grundlóg. Millum annað, hvussu grønlendska fólkið skal takast uppí tilgongdina til eina grønlendska grundlóg.