Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

10 teir bestu til at skapa málmøguleikar

Tað kemur neyvan óvart á nakran, at Lionel Messi førir í kappingini um at skapa málmøguleikar. Stjørnuleikarin hjá PSG hevur skapt 167 skotskapandi atsóknir í kappingarárinum. Messi hevur skorað 30 mál í 27 Ligue 1 dystum og harumframt hevur Messi víst síni evnir sum spælskipari. Samspælið við Kylian Mbappe er veruliga styrkt og teir hava skarað framúr.

Kortini er 31 ára gamli Kevin De Bruyne bara eina skotskapandi atsókn aftan fyri Messi. De Bruyne og Haaland hava veruliga myndað eitt ræðandi álopspar. Josep Guardila hevur givið De Bruyne fríari ræsur í ár og hann hevur eisini longu lagt upp til 16 mál.

Bruno Fernandes og Kieran Trippier hava eisini spælt seg millum fimm teir bestu, meðan teir báðir Arsenal-leikararnir, Bukayo Saka og Martin Odegaard, fylgja væl við, tí teir hava skapt fleiri enn 140 skotskapandi atsóknir hvør. Arsenal hevur eisini skorað 78 mál og bara Manchester City er betri í Premier League.

Tveir aðrir leikarar úr fronsku deildini, Rémy Cabella og hollendarin Branco van den Boomen, blanda seg eisini uppí 10 teir bestu, meðan nýggja navnið er 22 ára gamli ungarin, Dominik Szoboszlai, sum spælir við RB Leipzig.

Vinicius Junior hjá Real Madrid er nýggja stjørnuskotið og hevur fingið allarflest fríspark ímóti sær, tí heili 113 ferðir hevur hann bitið í grasið. Venjarin hjá honum, Carlo Ancelotti, hevur samanborið hann við Pelé og Maradona, sum eisini vórðu feldir alt ov ofta. Tað eru serliga støðurnar, tá Vinicuis fær avbyrgt ein verjuleikara úti á síðuni, at verjuleikararnir síggja í halaferðina á honum.

  1. Lionel Messi, PSG – 167 skotskapandi atsóknir
  2. Kevin De Bruyne, Manchester City – 166
  3. Bruno Fernandes, Manchester United – 165
  4. Vinicius Junior, Real Madrid – 153
  5. Kieran Trippier, Newcastle United – 152
  6. Rémy Cabella, Lille – 150
  7. Martin Odegaard, Arsenal – 146
  8. Bukayo Saka, Arsenal – 143
  9. Dominik Szoboszlai, RB Leipzig – 139
  10. Branco van den Boomen, Toulouse FC – 137