Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

12-0 var ikki nokk

Tann 29. apríl 1978 vann Borussia Mönchengladbach metstóran 12-0 sigur á Borussia Dortmund, men teir gjørdust kortini ov stuttir í stríðnum um týska meistaraheitið. Tveir danir vóru á Gladbach-liðnum: Ársins leikari í Europa 1977 og seinni føroyskur landsliðsvenjari, Allan Simonsen og Carsten Nielsen.

Gladbach hevði annars skarað framúr við at vinna meistaraheitið í 1970, 1971, 1975, 1976 og 1977, men undan seinasta leikdegi í 1977-78 vóru teir á 2. plássi aftan fyri 1. FC Köln. Liðini vóru jøvn í stigum, men Köln hevði 10 mál betri í málmuni og skuldi spæla á útivølli ímóti aftasta liðnum, FC St. Pauli.

38.000 áskoðarar møttu upp á heimavøllinum hjá Gladbach, Rheinstadion, og vóru vitni til, at heimaliðið gjørdi alt fyri at afturvinna meistaraheitið. Tað sigst, at undan dystinum hevði annar málmaðurin hjá Dortmund, Peter Endrulat, fingið boðini um, at felagið fór ikki at leingja sáttmálan. Støðan í hálvleikssteðginum var 6-0, har Jupp Heynckes (1′, 12′, 32′), Carsten Nielsen(13′), Karl Del’Haye (22′) og Herbert Wimmer (38′) skoraðu málini.

Í steðginum spurdi venjarin hjá Dortmund, Otto Rehhagel (sum seinni vann EM við Grikkalandi í 2004), Endrulat, um hann ynskti at verða útskiftur, men málverjin valdi at fortseta. Seinni segði hann, at hann hevði ynskt, at hann ikki helt áfram, tí Heynckes (59′, 77′), Nielsen (61′), Del’Haye (66′), Ewald Lienen (87′), og Christian Kulik (90′) skoraði seks mál afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 12-0. 12-0 er eisini framvegis størsti sigurin í Bundesliga søguni og Gladbach átti eisini metið frammanundan, tá teir vunnu 11-0 á Schalke 04 í 1967.

Les eisini...  Jólakonsert í Vesturkirkjuni sunnudagin

Tíverri fyri Borussia Mönchengladbach, so vóru 12 mál ikki nokk, tí 1. FC Köln vann 5-0 á FC St. Pauli, sum sostatt tryggjaði ein betri málmun upp á 3 mál framman fyri Gladbach og týska meistaraheitið anno 1978.