Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sunnudagin: B36-KÍ kl. 14, Víkingur-EB/Streymur kl. 15, og Eysturríki-Føroyar kl. 16.50

FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum sunnudagin.

Klokkan 14 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.

Klokkan 15 sigur Petur Jákup Heinesen frá dystinum millum Víking og EB/Streym í Sarpugerði í Norðragøtu. Viðmerkjari verður Gert Hansen.

Klokkan 16.50 verður sett til Bregenz í Eysturríki, har Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá sera týðandi EM-undankappingardystinum í manshondbólti millum Eysturríki og Føroyar, har Føroyar hava møguleika at vinna seg í EM-endaspælið í Týsklandi í januar komandi ár.