Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jens Martin: Vit mugu styrkja okkum við minst fýra leikarum í komandi flytingarvindeyganum

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá teimum seks málunum sum komu í 1. deildardystinum við Løkin: NSÍ-FC Hoyvík 5-1 (3-1). Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jens Martin Knudsen hjá FC Hoyvík og Sámal Erik “Bagge” Hentze hjá NSÍ.

Jens Martin staðfestir, at teir í FC Hoyvík hava ikki nóg sterkan hóp, og hann ætlar at styrkja liðið við minst fýra leikarum til komandi flytingarvindeyga. Hann heldur tó, at hansara menn stríddust manniliga móti yvirmaktini í dag.

Bagge er nøgdur við at vinna 5-1, men er ikki heilt nøgdur tið allar lutir í spælinum. Hann viðgongur tó, at tað var ein hvøkkur at koma afturum 0-1, men liðið fótaði sær tíbetur skjótt.