Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

15 ára gamalur á Barcelona-liðnum

Í gjárkvøldið vann FC Barcelona 4-0 á Real Betis. Danin Andreas Christensen skoraði fyrsta málið í dystinum og tað var samstundis hansara fyrsta mál fyri Barcelona, men stóra samrøðuevnið var hin bert 15 ára gamli Lamine Yamal, sum varð innskiftur í 83. minutti. Tvær ferðir fyrr hevur hann verið í hópinum, men hesaferð fekk hann spælitíð bara 15 ár, 9 mánaðir og 16 dagar gamalur. Ella um sama aldur sum næmingar, ið fara úr fólkaskúlanum. Á mótstøðuliðnum spældi 41 ára gamli Joaquín.

Venjarin hjá Barcelona, Xavi, sum spældi á besta liðnum frá 1998 til 2015, kom líka sum Lamine Yamal frá kenda fótbóltsskúlanum hjá Barcelona, La Masia. Kendasti leikarin frá La Masia er sjálvandi Lionel Messi, meðan Sergio Busquets framvegis stýrir miðjuni. La Masia hevur seinnu árini verið lopfjølin hjá ungum leikarum sum Ansu Fati, Gavi og Pedri, og nú vil Lamine Yamal eisini vísa seg fram.

Beinanvegin hevur Lamine Yamal eina fína skotroynd, tá ein Betis-verjuleikarin glíður, men Betis-málmaðurin bjargar vinstrabeins skotinum frá Yamal. Tað er kortini serliga ein støða í 89. minutti, sum vakir ans. Staddur einar 35 m frá Betis-málinum, sær hann Ousmane Dembélé renna aftur um verjuna og finnur hann við einari høgari sending. Dembélé dugir kortini ikki at gagnnýta gylta málmøguleikan, sum tí fer til spillis.

Fulla navnið er Lamine Yamal Nasraoui Ebana. Hann kom í verðina tann 13. juli 2007 í Mataró, Spania. Pápin er marokkari, meðan mamman er úr Ekvatorguinea, sum er eitt land í Vesturmiðafrika.

Lamine Yamal er yngsti leikarin hjá FC Barcelona í La Liga, men yngsti leikarin nakrantíð er framvegis filipinski málrevurin Paulino Alcántara, sum spældi við Barcelona árini frá 1912 til 1927, tó undantikið árini 1916-18, tí hann var aftur á Filipsoyggjum. Paulino Alcántara var bert 15 ár, fýra mánaðir og 18 dagar gamalur, tá hann royndi seg á besta Barcelona-liðnum.