Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bárður: Týdningarmikið at halda nullið

Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá sigursmálinum í dystinum Víkingur-EB/Streymur 1-0 (1-0).

Hoyr Gert Hansen taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Petur Jákup gjørdi við málverjan hjá Vìkingi, Bárður á Reynatrøð og við Andras Olsen hjá EB/Streymi.

Bárður undirstrikar, at tað var sera týðandi fyri hann og liðfelagarnar at kunna halda málið reint í dag.

Andras staðfestir, at EB/Streymur burdi skapt fleiri málmøguleikar.