Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drama á Anfield, tá ið Jota gjørdist hetjan

Drama var á Anfield Road ímillum Liverpool og Tottenham, tá ið Diogo Jota í yvirtíðini avgjørdi dystin og gjørdist hetjan, sum tryggjaði ein 4-3 sigur til heimaliðið.

Dysturin sá næstan út til at verða avgjørdur eftir bert 15 minuttum, tá ið Mohammed Salah økti um munin til 3-0 við einum brotsparki. Harry Kane fekk minka um munin til 3-1 beint fyri hálvleik.

Spenningurin øktist í øðrum hálvleiki og útiliðið kom fyri alvor inn í dystin. Fyrst við málið av Son Heung-Min og við 3 minuttir í yvirtíðini javnaði Richarlison til 3-3.

Ein villa av Tottenham verjuni gjørdi at bólturin stakk til portugisiska Diogo Jota og hann sendi bóltin forbí Fraser Foster. Ein sannur forloysingur á Anfield Road, sum heldur lív í Champions League plássini.

 

Úrslitini hettar vikuskifti eru hesi

Crystal Palace – West Ham 4-3

Brighton – Wolves 6-0

Brentford – Nottingham Forest 2-1

Newcastle – Southampton 3-1

Manchester United – Aston Villa 1-0

Fulham – Manchester City 1-2

Bournemouth – Leeds United 4-1

Liverpool – Tottenham 4-3

 

Eitt botnbrak millum Leicester og Everton verður í annaðkvøld, dysturin verður klokkan 20.