Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta sjónvarpaða FA Cup finalan

Tann 30. apríl 1938 møttust Preston North End og Huddersfield í FA Cup finaluni á Wembley. Undir leiðslu av Herbert Chapman og síðani Cecil Potter vann Hudderfield trý ensk meistaraheiti á rað (1924-26). Síðani megnaði Chapman tað við Arsenal saman við Joe Shaw og George Allison (1933-35). Preston hevði eisini verið í FA Cup finaluni árið frammanundan.

93.497 áskoðarar vóru savnaðir á Wembley leikvøllinum, men tað sermerkta við finaluni var, at hon varð sjónvarpað beinleiðis.

Fyrstu 90 minuttirnir vóru málleysir, so neyðugt var við longdari leiktíð. Í síðsta minuttinum av longdu leiktíðini, meðan tað framvegis stóð á jøvnum 0-0 og tað sá út til at verða neyðugt við einum umdysti, mælti kendi BBC frásøgumaðurin, Thomas Woodrooffe, tey vælkendu orðini: “Um nakað mál verður skotið nú, so eti eg hatt mín.” Bara sekundir seinni varð Preston tillutað eitt brotsspark, sum áleyparin hjá Preston, George Mutch, buldraði inn umvegis yvirliggjarin og gav Preston sigurin. Á Preston liðnum henda dagin var seinni so víðagitni felagsstjórin hjá Liverpool Football Club, Bill Shankly.

Thomas Woodrooffe helt orð, hann át hattin, sum varð gjørdur av sjokulátu.

Men suðuroyingar vóru eisini filmaðir fyrr. Føroyatíðindi kallaðist blað, sum kom út á Tvøroyri frá 1915 til 1961. Leygardagin 29. juni 1929 stóð henda livandi frásøgn í blaðnum: “Nú skuldi hin vanligi jóansøkudysturin millum bóltfeløgini T.B. og V.B: verða. Ein slíkur mangi av fólki var saman komin, og nógv vóru so spent, tey illa kundu standa still, men av og á góvu eitt spark við. Áðrenn dysturin varð útlagdur vórðu bæði T.B. og V.B. “filmað” av einum svenskara, altso rættiliga “filmað”, umframt “smáfilm” frá teim kvinnuligu áskoðarunum. T.B. legði út, men útleggið miseydnaðist. Kanska tað kom av tí, at teir ikki vóru so vænir við hesa nýggju “filmingina”. Báðir partar vóru ógvuliga javnir, og spælið var hart, men væl spælt. Fólk var farið at vænta spælið at verða javnt. Men so kom eitt lítið óhapp á hjá V.B. og T.B. fekk sent bóltin í málnetið. Hetta er fyrsta mál, ið gjørt er, sum hitt rætta ljóðið er komið í netið. Tað kitlaði í áskoðarunum, tá teir hoyrdi ljóðið, og tað kom slíkt lív yvir alt bæði spælarar og áskoðarar.” TB vann dystin 2-0.