Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hálvur føroyingur jagstrar málmet í Bundesliguni

Fýra ferðir hevur hann vunnið gull við danska hondbóltslandsliðnum: EM 2008, EM 2012, HM 2019 og HM 2023. Hann er nú vorðin 41 ár og ynskir at venda aftur til Danmarkar, har hann byrjaði at spæla hondbólt sum 14 ára gamalur við Ølstykke. Nú hevur 41 ára gamli Hans Lindberg skrivað undir ein trý ára sáttmála við Hondbóltssamtakið Ølstykke-Jyllinge (HØJ), hóast hann fyri kortum longdi sáttmálan við Fücshe Berlin galdandi til 2024.

Tað merkir, at hálvi føroyingurin eisini skal spæla hondbólt á hægsta stigi eitt ár afturat. Í Bundesliguni hevur hann verið toppskjútti bæði í 2010 og 2013. Í 2021 gjørdist hann leikarin, sum hevur skorað flest brotskøst í Bundesliguni. Við 242 málum í kappingarárinum 2021-22 gjørdist hann elsti toppskjúttin í Bundesliga søguni sum 40 ára gamalur. Tann 27. desember 2022 tók hann metið frá Lars Christiansen um næstmest skorandi spælarin í Bundesliguni við 2.877 málum ella tvey fleiri enn Christiansen.

Tað eru 8 dystir eftir í Bundesliguni fyri 22-23, sum endar 11. juni. Lindberg hevur skorað 2.884 ferðir, meðan fyrrverandi liðfelagin í HSV Hamburg, suðurkoreanarin Yoon Kyung-Shin, hevur skotið 2.905 mál. 3. mai møtast Stuttgart og Füchse Berlin. Füchse Berlin er nr. 2 og jakstrar meistaraheitið, meðan Lindberg skal skora 22 mál ella fleiri.

Ættarbondini til Føroya stava frá Trongisvági, har omman og abbin, Ala og Hans Lindberg, búsettu seg í Íslandi. Pápin eitur Tómas Erling Lindberg Hansson og giftist við Sigrún Sigurðardóttir. Tey góvu soninum navnið Hans Óttar Lindberg Tómasson og hann skifti ikki ríkisborgararætt, fyrr enn hann var 18 ára gamalur.

Les eisini...  Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2024

Hans Lindberg hevur spælt 16 ár í Bundesliguni og spældi eisini fyrsta dystin á besta liðnum fyri HØJ sum 16 ára gamalur. Um tað ikki eydnast HØJ at flyta upp, so skal Lindberg úr heimsins sterkastu hondbóltsdeild til donsku 2. deildina, men hann kennir seg heima í Ølstykke Hallen, men fyrst ynskir hann Bundeliga metið.