Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spældi landskappingardyst nr. 825

Tann 30. apríl 1988 møttust Watford og Derby County á Vicarage Road. Dysturin endaði 1-1, men í málinum hjá Derby stóð navnframi Peter Shilton. Henda dagin spældi hann landskappingardyst nr. 825 og tók metið frá Terry Paine.

Terry Paine hevði sum vongur spælt 824 landskappingardystir fyri Southampton, Hereford United og Cheltenham Town. Paine fekk sum høgri vongur eitt trítyssi av málum ímóti Norðurírlandi í 1963, tá Ongland vann 8-3. Jimmy Greaves skoraði fýra mál í sama dysti. Tað var fyrstu ferð síðani 1937, tá Stanley Matthews sum høgri vongur gjørdist trímálskjútti, at høgri vongur gjørdi eitt hattrikk á enska landsliðnum og tað er ikki hent síðani.

Paine og Greaves gjørdust báðir heimsmeistarar við Onglandi í 1966, men tá teir ikki spældu sjálva finaluna, so fingu teir onki heiðursmerki fyrr enn 10. Juni 2009. Somu lagnu fingu vengurnir John Connelly og Ian Callaghan, tá veingjaskerda enska landsliðið endaði ovast á fótbóltstrónuni.

Peter Shilton spældi heilar 1005 landskappingardystir fyri eitt nú Leicester City, Stoke City, Nottingham Forest, Southampton og Derby. Fótbóltslívsleiðin vardi í 30 ár og hóast hann spældi fyrsta HM-dystin sum 32 ára gamalur, so spældi hann samanlagt 17 HM-dystir. Hann umboðaði Ongland undir HM 1982, 1986 (tá Diego Maradona gjørdi mál við hondini) og 1990. Saman við Fabien Barthez eigur hann metið fyri at halda málið reint (10 dystir) í HM-dystum.

Samanlagt spældi Shilton 1.390 kappingarførar dystir og 125 landsdystir, sum eisini er enskt met, hóast hann leingi kappaðist við Liverpool-úrmælingin Ray Clemence.