Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvímálsskjúttin hjá KÍ: Vit taka allar dystirnar í størsta álvara

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum B36-KÍ 2-3 (1-2) á ovara vølli í Gundadali.  Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð og Andrias H. Eriksen hjá B36.

Páll slær fast, at teir í KÍ taka hvønn dyst í størsta álvara, og teir vóru betur fyrireikaðir at møta B36 hesaferð.

Andrias er sera harmur um, at B36 ikki helt 2-2 javnleikinum, ið var sárur at missa í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.