Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Endar við einum javnleiki á King Power Stadium

Ein lívligur dystur spældi seg á King Power Stadium í dystinum millum Leicester og Everton. Bæði liðini royndu av øllum alvi at fáa týdningarmikil stig í kampinum um at yvirliva í Premier League.

Dysturin byrjar væl fyri útiliðið Everton, tá ið Dominic Calvert-Lewin skorar tíðliga í fyrsta hálvleiki við einum brotsparki.

Leicester svara beinanvegin aftur, tá ið turkiski miðverjin Çağlar Söyüncü javnar til 1-1. Hesin sami maðurin sigst annars at verða settur í samband við Atletico Madrid, sambært The Athletic.

12 minuttir fyri hálvleik leggur Jamie Vardy heimaliðið á odda til 2-1.

Málverjin hjá Everton hevði fyrireika brotsparki hjá James Maddison og bjargaði

Men tá ið dysturin er farin væl í yvirtíðina av fyrra hálvleiki, fær heimaliðið Leicester eitt brotspark. James Maddison er settur at skjóta, men hesum brotsparki hevur málverjin Jordan Pickford lisið væl uppá. Sum tað sæst á myndini, eru hagtøl klistraði at hansara drekkidunki. Brotsparki er illa skotið av James Maddison og Jordan Pickford kann lættliga taka bóltin mitt í málinum.

Seinni hálvleikur var ikki so lívligur sum fyrsti, men tó komu bæði liðini til stórar kjansir. Serliga eitt flatt skot uttanfyri 16 meturin frá Abdoulaye Doucoure sæt væl og kundi tað sama verið mál, men danski málverjin Daniel Iversen stórbjargaði.

Daniel Iversen hevur annars alt kappingarárið staðið í skugganum av Danny Ward, men hevur teir seinastu 8 Premier League dystirnar bitið seg fastan um málverjupostin. Til dystin í kvøld stóð hann ein brandyst og lat ongan iva verða um fyrstavalið á málverjupostinum.

Tó javnaði Alex Iwobi tíðliga í øðrum hálvleiki til 2-2 og hettar gjørdist eisini støðan.

Í annaðkvøld kl 20 er tað aftur Premier League fótbóltur og eitt satt grannauppgerð ímillum Arsenal og Chelsea.