Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kuba avlýsir 1. meidagshaldið

Stjórnin í Kuba hevur í ár gjørt av at avlýsa hátíðarhaldið á altjóða arbeiðaradegnum. Orsøkin er, at ov lítið av brennievni er í landinum

Stjórnin í Kuba hevur í ár gjørt av at avlýsa árliga 1. Meidagshaldið. Orsøkin er, at landið hevur bráfeingis trot á brennievni.

Kuba, sum hevur verið kommunistiskt síðan 1959, hevur á hvørjum ári síðan kollveltingina í 1959 hátíðarhildið altjóða arbeiðaradagin við skrúðgongu og øðrum, og hetta verður fyrstu ferð, at hátíðarhaldið verður avlýst av búskaparligum ávum.

Forsetin í Kuba, Miguel Diaz-Canel, boðaði fyrr í mánaðinum frá, at Kuba fekk bert umleið tveir triðingar av brennievninum, ið landið hevur tørv á, og at brennievnisveitarar hjá Kuba hava ikki hildið sáttmálar til fulnar um at veita landinum brennievni, sigur BBC.

Bráfeingistørvurin á brennievni er so stórur, at boðað verður frá, at langar bíðirøðir eru við bensinstøðirnar í landinum, og at í summum førum mugu bilførarar bíða í fleiri dagar, áðrenn teir fáa fylt á bilin.

Kuba hevur atgongd ráolju, men landið hevur ikki neyðugu umstøður til at virka ráoljuna til annað brennievni.

Harumframt er innflutningurin av ráolju úr Venesuela, ið hevur verið størsti útflytari av ráolju til Kuba, minkaður við einari helvt seinastu árini.

Kuba, sum hevur ligið sum ein kommunistiskur skansi í karibiska havinum, hevur vanliga gjørt nógv burtur úr at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin, og áður hevur arbeiðaradagurin einans verið avlýsur í 2020 og í 2022.

Hetta var orsakað av koronufarsóttini.