Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsins umboðsmaður vil hava betri eftirlit við eldraøkinum

Síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, hevur einki eftirlit verið skipað, hóast hetta er lógarkrav. Almannamálaráðið má gera reglur fyri, hvussu eftirlitið kann fyrisitast, heldur umboðsmaðurin

Løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á Almannamálaráðið um at gera reglur fyri, hvussu kommunurnar í Føroyum skulu hava eftirlit við eldraøkinum.

Hesum boðar Løgtingsins umboðsmaður frá, nú umboðsmaðurin hevur staðfest, at síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, hevur einki eftirlit verið skipað síðani, hóast hetta er lógarkrav.

Umboðsmaðurin staðfestir, at sambært eldralógini hava kommunurnar eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum sambært eldralógini, og kommunurnar og kommunalu samstørvini skuldu áðrenn 1. Mei í 2014 boða landsstýrismanninum í Almannamálum frá, hvussu hetta eftirlitið skuldi skipast.

Í avtalnunum, sum kommunurnar í 2014 sendur Almannamálaráðnum til góðkenningar, vístu kommunurnar á, at eftirlitið hjá kommunuunum verður skipað sambært galdandi lógum og reglum ella sambært ætlaðu kunngerð sambært eldralógini, sum er heimildin hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um eftirlit.

Almannamálaráðið hevur tó hvørki tá ella seinni lýst nakrar reglur um eftirlitið hjá kommununum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur ta meting, at vantandi reglur frá Almannamálaráðnum vóru orsøk til hesa støðu, og umboðsmaðurin hevur tí sent skriv til Almannamálaráðið, har mælt verður til at sum skjótast at gera reglur um eftirlit til kommunurnar at fyrisita eftir.