Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú verður dýrari at ferðast til Mykinesar

Ferðaprísurin at ferðast í Mykinesi hækkar hesa vikuna, og so skal talið av ferðafólki eisini tálmast. Tað hevur felagið hagapartarnir Mykines avgjørt

Felagið hagapartarnir Mykines hava í samstarvi við Visit Vágar arbeitt við at skipa ferðavinnuna í oynni á ein burðardyggari hátt.

Hetta fyri at verja náttúruna, fugla – og djóralív og ikki minst við atliti til fólkið í oynni, sum verða ávirkaði av mongu ferðafólkunum, ið koma í oynna.

Ein av niðurstøðunum frá hesum arbeiði er ynski hjá mykinesfólkið at ferðafólkastreymurin í oynna verður tálmaður, gongdin í oynni verður betri skipa, og at verja fuglin og náttúruna sum mest.

Túrar í Mykinesi verða nú skipaðir eftir einari fastari rutu, ið byrjar við skúlan í bygdini, skrivar felagið Hagapartarnir Mykines í tíðindaskrivi.

Eisini verður talið av ferðandi avmarkað til í mesta lagið 200 fólk um dagin frá klokkan 10-17, har hagin letur aftur fyri ferðafólki. Skal eitt fylgi av ferðafólki ganga úti í náttúruni eftir klokkan 17, so skal hetta gerast í samráð við Hagarpartarnar Mykines.

Prísurin fer upp
Frá 6. mai fara túrar í Mykinesi at kosta 500 krónur fyri hvønn, um goldið verður úti í Mykinesi. Annars verður prísurin 400 krónur, um bílagt verður á hiking.fo.

Flutningskostnaður til og úr oynni er ikki íroknaður, men skal bíleggjast serstakt á mykines.fo.

Eisini sigur felagið, at føroyskar ferðastovur og veitarar, sum senda bólkar av ferðafólkið út í oynna, skulu hava góðkendan føroyskan ferðaleiðara við sær.

Útlendskir ferðaleiðarar, ið ikki hava arbeiðsloyvi í Føroyum, hava ikki loyvi at ferðaleiða í Mykinesi. Fyri at fáa góðkenning hjá útlendingum at verða ferðaleiðari í Mykinesi skulu ferðastovurnar venda sær til Hagapartarnar Mykines, skrivar felagið.