Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útbygging á Tvøroyri: Ætlanirnar verða ikki broyttar

Onkrar tillagingar eru gjørdar, men ætlanirnar at loyva Varðanum Pelagic at byggja út á Tvøroyri halda fram

Broytingin í byggisamtyktini fyri havnalagið á Tvøroyri, har Varðin Pelagic skal byggja út, verður ikki broytt.

Tað er greitt eftir býráðsfundin á Tvøroyri hósdagin.

Á fundinum varð einmælt samtykt, at ætlaða broytingin í byggisamtyktini helt fram, og at Varðin Pelagic sostatt kann byggja virksemið út.

Á fundinum vórðu eisini tvey mótmæli og eitt broytingaruppskot viðgjørd. Vinnu- og havnanevndin í Tvøroyrar býráð hevði frammanundan viðgjørt mótmælini og broytingaruppskotið, ið kom frá bólkinum Livilig kor, men nevndin metti, at frægast varð at halda fast í býráðssamtyktini frá 20. Februar í ár um broyting av byggisamtykt og víðkan av havnarøkinum.

Somu niðurstøðu høvdu bæði tekniska nevnd og trivnaðar- og umhvørvisnevndin.

Kortini varð samtykt at orða eina broyting, soleiðis at byggisamtyktin nú sigur, at eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 metrar.

Tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 metrar gøri, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 metrar høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.