Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bryndis í Dali er nýggjur leiðari fyri Visit Vágar

Bryndis í Dali er sett í starv sum leiðari fyri Visit Vágar og fær til uppgávu at menna ferðavinnuna í Vágum og Mykinesi

Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar. Bryndis í Dali kemur at standa fyri arbeiðinum at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.

Bryndis í Dali er 30-ára gomul, ættað úr Havn, men er búsitandi í Miðvági. Bryndis í Dali er útbúgvin BA í søgu og hevur ein kandidat í altjóða ferðavinnu frá Aalborg Universitet. 

Bryndis í Dali kemur úr starvinum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur starvast seinastu trý árini.

-Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning sum Bryndis nú skal standa á odda fyri. Hon hevur royndir við at arbeiða strategiskt og at leggja ætlanir. Hon er von við at samskifta og at samstarva við nógvar ymiskar aktørar í samfelagnum, er diplomatisk og áhaldin, sigur stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar.

Høvuðsuppgávan hjá Bryndis í Dali verður at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum á burðardyggan, sosialan, umhvørvisligan og fíggjarligan hátt, og endamálið er, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. 

Hetta merkir eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og at støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.

-Fakligu førleikarnir, royndirnar og persónligu eginleikarnir hjá Bryndis passa væl til persónin, sum stýrið fyri Visit Vágar hevur leitað eftir, og sum kann halda fram á tí leið, sum varð løgd fyri Visit Vágar, tá farið varð frá at vera ein kunningarstova til eina meinningarstovu, sigur stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar.

Les eisini...  Meistararnir seinastu árini tunga byrjan

Bryndis í Dali byrjar í starvinum tann 1. juni 2023.