Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finalan hjá Matthews

Tann 2. mai 1953 vendi Blackpool einum 1-3 tapi til ein 4-3 sigur í FA Cup finaluni ímóti Bolton Wanderers. Hóast Blackpool áleyparin, Stan Mortensen, gjørdist trímálskjútti, so hevur finalan fingið heitið “Finalan hjá Matthews”, tí liðfelagin, Sir Stanley Matthews, sýndi slíkan glæstrileik, at hann vendi dystinum nærum einsamallur, tá hann legði upp til trý mál. Stan Mortensen skoraði trý tey fyrstu og Bill Perry skoraði sigursmálið fyri Blackpool í yvirtíðini.

Undan finaluni høvdu liðini vunnið hvør sín heimadyst. Tað var triðja finalan hjá Blackpool, sum hevði tapt báðar tær undanfarnu (1948 og 1951), meðan Bolton longu hevði vunnið steypafinaluna tríggjar ferðir (1923, 1926 og 1929).

100.000 áskoðarar vóru savnaðir saman á Wembley. Beint eftir byrjan legði Nat Lofthouse Bolton á odda 1-0. Stan Mortensen javnaði í 35. minutti, meðan Bobby Langton (40′) og Eric Bell (55′) góvu Bolton eina 3-1 leiðslu.

Men trettan minuttir seinni fór Matthews sendandi gjøgnum Bolton-verjuna og legði inn til Mortensen, sum skallaði bóltin í málið. Í 89. minutti javnaði Mortensen við einum frísparki og fekk sostatt eitt hattrikk. Blackpool hevði bóltin restina av tíðini, meðan Matthews ørkymlaði verjuna við klókum driblingum og skjótleika (tað hjálpti eisini væl, at tveir Bolton leikarar spældu við skaða síðstu 20 minuttirnar). Í øðrum minutti av yvirtíðini sendi Matthews aftur eitt innlegg úr høgru, sum vinstri vongurin, Bill Perry, skallaði í málið. Tað gjørdist eisini sigursmálið.

Blackpool vann fyrsta týðandi steypið og tað varð eisini einasta týðandi steypið, sum Matthews vann á 30 ára longu fótbóltslívsleiðini. Hann varð kortini valdur til ársins leikara í Europa í 1956 sum 41-ára gamal og besti leikari í Onglandi, tá hann var 48-ára gamal í 1963 (umframt í 1948). Hann gavst á toppstøði sum 50-ára gamal í 1965.