Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jógvan Skorheim mist tríggjar av fýra fundum í býarskipanarnevndini

Óli M. Lassen hevur størstu fráveru, meðan Jógvan Skorheim var fráverandi til næstan allar fundirnar í umhvørvis- og býarskipanarnevndini seinna hálvár í fjør

Klaksvíkar kommuna hevur nú almannakunngjørt uppmøtingina hjá býráðspolitikkarunum í Klaksvík til allar kommunalar nevndarfundir í seinna hálvári í fjør.

Sambært býráðssamtykt í Klaksvíkar býráði skal uppmøtingni til nevndarfundir almannakunngerast, og nú er gjørt upp, hvussu uppmøtingin hevur verið fyri seinna hálvár í fjør.

Samanteljingin vísir, at Óli M. Lassen hevur havt størstu fráveruna, og tað eru fýra nevndarfundir, ið Óli M. Lassen ikki hevur verið til.

Fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevur næststørstu fráveru, ið er tríggjar fundir. Fundirnir, ið Jógvan Skorheim ikki møtti upp til, eru allir fundir í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, og Jógvan Skorheim hevur sostatt ikki verið til tríggjar av teimum fýra fundunum í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini í seinna hálvári í 2022.

Signhild V. Johannesen og Tummas Lervig vóru bæði fráverandi á tveimum fundum, meðan Gunv+a við Keldu og Oddmar á Lakjuni vóru fráverandi á einum fundi í part.

Annika S. Biskopstø, Eyðstein Poulsen, Jóhanna Christiansen og Atli Steinbjørn Justinussen høvdu onga fráveru.