Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kommunustýrislógin og lógin um fíggjarligt virksemi á skrá

Umframt framløgu eru átta mál á skrá, tá løgtingið hevur tingfund í dag

Umframt framløgu eru átta mál á skrá, tá løgtingsfundur byrjar fyrrapartin í dag.

Atkvøðugreiðsla verður um fyrispurning frá Bárði á Lakjuni til Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, um hvørt Sernám ger mismun á borgarum, tá tað umræður tilboð frá stovninum.

Síðani eru seks aðru viðgerðir á skrá, teirra millum uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í lógini um fíggjarligt virksemi, ið bæði hevur til endamáls at dagføra lógina um fíggjarligt virksemi, umframt at verkseta CRD V direktivið í Føroyum, ið skal økja um fíggjarliga støðufesti og styrkja um mótstøðuførið hjá fíggjarfyritøkum.

Eisini á skrá er onnur viðgerð av uppskotinum hjá Ruth Vang, fíggjarmálaráðkvinnu, um broyting av kommunustýrislógini, ið skal gera tað møguligt hjá kommununum í Føroyum at rokna kommunalar inntøkur frá eftirlønarskatti upp í roknistykkið, tá gerast skal av, hvussu stóra skuld kommunurnar sleppa at hava.

Eisini verður umrøða av skrivligum fyrispurningi, ið Erling Eidesgaard, tinglimur fyri Tjóðveldi, hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni, um almenna ognarlutin í Bank Nordik.

Skráin fyri tingfundin er hendan:

1. Atkvøðugreiðsla SS-007/2022 – Ger Sernám mismun?

2. 2. viðgerð LM-054/2022 – Uppskot til samtyktar um karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Ísland

3. 2. viðgerð LM-052/2022 – Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed

4. 2. viðgerð LM-058/2022 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin) (Broyting av skuldarmarki)

5. 2. viðgerð LM-059/2022 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

Les eisini...  Tveir menn dømdir fyri at smugla næstan 10 kilo

6. 2. viðgerð LM-079/2022 – Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2022

7. 2. viðgerð LM-080/2022 – Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2022 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2022

8. Umrøða av spurningi SS-004/2022 – Um almenna ognarlutin í BankNordik og føroyskt fíggjareftirlit

9. Framløga