Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Starvsfólk á eftirskúla ákært fyri kynsligan ágang

Ein 30-ára gamal maður situr í dag og í morgin á ákærubonkinum, har hann er ákærdur fyri at nekta seg framman fyri einum næmingi og fyri at fyri at koma við ónærisligum útsøgnum

Í dag byrjaði eitt rættarmál móti einum 30-ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein næming á eftirskúlanum Brúgvini í Skálavík. Maðurin var starvsfólk á skúlanum.

Maðurin er ákærdur fyri at at hava roynt eftir øðrum kynsligum sambandi enn samlegu við eina gentu, sum var yngri enn 18 ár, og sum var næmingur hansara.

Sambært ákæruritinum fór tilburðurin fram 11. Februar í 2022, har maðurin skal hava tikið limin fram og heitt á gentuna um at nerta við hann, samstundis sum at maðurin skal hava gjørt henni greitt, at hann vildi mogga við henni hart.

Maðurin er eisini ákærdur fyri stutt eftir hetta at hava følt upp á endan á gentuni; fyri at hava gjørt viðmerkingar um bróst hennara, umframt at spyrja, um hon vildi geva honum oralsex. Eisini í hesum ákærupunktinum er maðurin ákærdur fyri at siga, at hann vildi mogga gentuni ella líknandi.

Ákærin hevur biðið um fongsulsrevsing til mannin, og tveir dagar eru lagdir av til málið.

Við Dimmu.fo segði Erika Winther, skúlaleiðari á eftirskúlanum Brúgvin, í februar í fjør, at skúlin hevði fráboðað eitt mál um kynsligan ágang til løgregluna.

[Rætting: Greinin segði upprunaliga, at maðurin var lærari á skúlanum. Maðurin er hjálparfólk.]