Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leeds venjarin hongur í einum tunnum tráði

Leeds tapti 4-1 á Bournemouth í vikuskiftinum og leiðslan umhugsar at koyra Javi Gracia til hús.

Hann avloysti Jesse Marsch tann 21 februar í ár og hevur staðið á odda í 12 dystum fyri felagið úr West Yorkshire. Undir hansara leiðslu hava teir bert vunni tríggjar, tveir javnar og tapt sjey dystir.

Leeds United liggja á einum 17 plássi á 30 stigum og eru javnir við Nottingham Forest, ið liggja undir niðurflytingarstrikuni.

Javi Gracia er 53 ára gamal og hevur mangt annað staðið á odda fyri Watford, Valencia, Málaga CF og Rubin Kazan.

Tað sigst at Sam Allardyce er favorittur at taka yvir teir fýra dystir ið resta í, um so er at leiðslan velur at geva Javi Gracia sekkin.

Næsti dystur hjá Leeds er leygardagin ímóti Manchester City á útivølli.