Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingsmaður spyr um verju av fugli

Eftir at eitt videobrot á Facebook vísti, at ein tyrla fleyg kring Drangarnar í Sørvágsfirði seinasta leygardag, so hevur løgtingsmaður fyri Tjóðveldi spurt avvarðandi landsstýriskvinnu um hetta

Leygardagin 29. apríl fleyg ein tyrla fleiri ferðir runt um Drangarnar í Sørvágsfirði. Eitt videobrot á Facebook vísir, at hon fleyg heilt inn ímóti berginum, har fuglur reiðrast.

Tað hevur fingið Erling Eidesgaard, løgtingsmann úr Tjóðveldi, at spyrja – ein grein 52 skrivligur spurningur – landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, um fuglur, sum eigur her á landi, er nóg væl vardur ímóti órógvandi ferðslu.

Er hann ikki tað, so spyr løgtingsmaðurin, um landsstýriskvinnan ætlar at taka stig til at seta í gildi avmarkingar fyri órógvandi ferðslu, eitt nú í ella nærhendis fuglabjørgum, lundalondum, drunnhvítabølum og øðrum viðkvæmum økjum, har fuglur eigur.

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi á, at tað kemur  oftari  og  oftari  fyri, at órógvandi  ferðsla, so sum dronur, tyrlur og bátar flúgva og sigla tætt framvið fuglabjørgum runt um í landinum. Sama er helst galdandi fyri onnur øki, har fuglur reiðrast, og har eisini er atkomuligt hjá ferðafólki. Hetta fer fram allar ársins tíðir. Eisini tá fuglurin reiðrast.

Tá talan er um ein grein 52 fyrispurning, so hevur landsstýriskvinnan tíggju yrkadagar at svara skrivliga fyrispurninginum.