Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samkyndur spælari framdi sjálvmorð

Tann 2. mai 1998 tók 37 ára gamli Justin Fashanu sítt egna lív eftir, at hann varð ákærdur fyri ósømiligan atburð. Hann var fyrsti samkyndi yrkisleikarin í fótbólti, sum steig alment fram.

Tann í London føddi áleyparin byrjaði fótbóltslívsleiðina í 1978 við Norwich og skoraði 35 mál í 90 landskappingardystum, harímillum eitt ímóti Liverpool, sum varð kosið Ársins mál av BBC í 1980. Í 1981 skifti hann til Nottingham Forest og hann gjørdist sostatt fyrsti litti leikarin, sum kravdi eina keypsupphædd á £1.000.000. Hann fall kortini ikki til hjá Forest og skifti longu árið eftir. Tað var byrjanin til eina fótbóltsfjakkan, har hann umboðaði heili 19 feløg næstu 15 árini.

Í 1990 steig hann fram sum fyrsti yrkisleikarin í fótbólti, sum alment segði seg vera samkyndan. Hóast beiggi hansara, John Fashanu, sum sjálvur spældi yrkisfótbólt fyri the Crazy Gang í Wimbledon, beinanvegin rak hann frá sær, so segði Justin, at liðfelagarnir góðtóku seg.

Hann gavst at spæla í 1997 og árið eftir var hann í USA til starvssamrøðu sum venjari. Í mars 1998 ákærdi ein 17 ára gamal Fashanu fyri ósømiligan atburð eftir eina veitslu í íbúðini, sum Fashanu hevði leigað í Maryland. Eftir avhoyringar av løgregluni rýmdi Fashanu aftur til Onglands tann 2. Mai 1998, har hann hongdi seg sjálvan í einum bilskúri. Í einum brævi tvíhelt hann um, at hann hevði handlað við samtykki og at tann ákærdi royndi at noyða pening frá honum. Hann skrivaði eisini, at hann “var longu hildin at vera sekur” og “ynskti ikki at koma vinum og familju í fleiri trupulleikar”.

Les eisini...  Svøríki: Sjey fólk deyð av skotum seinastu tíggju dagarnar

John Fashanu var íblásturin fyri átakið the Justin Campaign, sum varð stovnað í 2009 fyri at stríðast ímóti fíggindaskapi ímóti samkyndum í fótbólti.