Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvífalt so nógvir bilar – trýfalt so fá ferðsluóhapp

Tað eru nógv fleiri bilar á føroysku vegunum í dag enn fyri 20 árum síðani, meðan talið á ferðsluóappum er minkað við tveimum triðingum

Hóast talið á akførum á føroysku vegunum er meira enn tvífaldað síðan aldarskiftið, er talið á ferðsluóhappum minkað við tveimum triðingum sama tíðarskeið.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, ið hevur tikið samanum lyklatøk í føroysku ferðsluni.

Í ár 2000 vóru 18.848 akfør skrásett í Føroyum, og nú 23 ár seinni er hetta talið komið heilt upp í 41.844 akfør, sum er 0,7 akfar fyri hvønn íbúgva í Føroyum.

Men hóast fleiri akfør eru á vegunum, so er talið á ferðsluóhappum ikki vaksið samsvarandi – tað hevur ístastaðin verið í stórari minking. Í ár 2000 vóru 1.219 ferðsluóhapp skrásett í Føroyum, og árið eftir vóru 1.344 ferðsluóhapp skrásett, sum er tað mesta í hesari øldini.

Men síðan 2001 hevur talið á ferðsluóhappum verið støðugt minkandi, og í fjør var talið á ferðsluóhappum 461.

Somuleiðis eru skaðarnir frá ferðsluóhappum eisini nógv færri í tali, enn teir vóru um aldarskiftið.

Fyrstu átta árini eftir aldarskiftið sveiggjaði talið á skaðum í ferðsluni millum 50 og 75, men síðan 2009 hevur talið á skaðum verið munandi minni og hevur seinastu 12 árini ligið beint oman fyri 25.

Eisini eru tað færri føroyingar, ið lata lív í føroysku ferðsluni. Seinastu fimm árini – frá 2018 til 2022 – vóru tilsamans fýra fólk, sum doyðu í ferðsluni, meðan tað í fimmáraskeiðnum frammanundan vóru 16 fólk, ið doyðu í ferðsluni.

Talið á teimum, ið verða tikin fyri rúsdrekkakoying, hevur eisini verið í einari minking, og tað var serliga í árunum frá 2007 til 2017, at talið á málum um rúsdrekkakoyring var fallandi. Í 2007 vóru sløk 200 mál um rúsdrekkakoyring, meðan tað í 2017 vóru bert 70.

Les eisini...  Myndir: H71-VÍF (25-21)

Síðan 2017 eru málini kortini vorðin fleiri í tali aftur, og í fjør vóru 161 mál um rúsdrekkakoyring.

Tað skal viðmerkjast, at í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður í 0,5 til 0,2 promillu.