Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

2. kvinnufinalan í kvøld

Í kvøld møtast Kyndil og H71 í aðru FM-finaluni hjá kvinnum. H71 hevur eftir fyrstu FM-finaluni bestu kortini í hondini, tí tær vunnu fyrstu hana 34-25 eftir hálvleiksstøðuna 15-14. Tær fara sostatt inn til dagsins dyst við einari níggju málsleiðslu. H71 hevur eisini verið besta liðið og tær hava heldur ongan dyst tapt í kappingarárinum. Samanlagt hava tær 41 stig fyri 21 dystir.

Í hálvfinaluni vann H71 á Stjørnuni, meðan hálvfinalan millum Kyndil og Neistan gjørdist spennandi. Liðini vunnu hvør sín dyst og so varð neyðugt við umdysti. Kyndil vann umdystin og endaði sostatt í finaluni.

Tær, sum skutu flest mál fyri H71 í fyrstu FM-finaluni, vóru Jana Mittún, sum skoraði 8 mál, meðan Maria H. Weyhe skoraði 6 mál. Fyri Kyndil var tað Turið Arge Samuelsen, sum skeyt 10 mál og Nadja Pejovic, sum fekk 8 mál. Tað var júst í fyrstu FM-finaluni, at Turið Arge Samuelsen tók málmetið frá Daiva Toumaite, sum á sinni spældi fyri VB. Turið Arge hevur fingið 257 mál og økir sostatt málmetið hvørja ferð, hon fær mál.

Onnur FM-finalan av fimm hjá kvinnum byrjar í kvøld kl. 19.30 í Høllini á Hálsi og hon kann stroymast á live.hsf.fo