Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

20-daga treytaða fongsulsrevsing til starvsfólkið á eftirskúlanum Brúnni

30-ára gamli maðurin, sum starvaðist á eftirskúlanum í Skálavík, varð ikki dømdur fyri at royna eftir øðrum kynsligum sambandi enn samlegu. Dómarin metti, at talan var ístaðin um blúnisbrot, og maðurin fekk tí munandi linari revsing, enn ákæruvaldið hevði væntað

30-ára gamli maðurin, sum í Føroya rætti var ákærdur fyri kynsligan ágang móti einum næmingi á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík, varð í rættinum í dag dømdur 20-daga treytaða fongsulsrevsing.

Harumframt varð maðurin, sum var starvsfólk á skúlanum, útvístur úr Føroyum og fekk innferðarforboð í trý ár.

Maðurin misti ikki rættin til at arbeiða við børnum og ungum.

Dómarin metti ikki, at talan var um roynd upp á annað kynsligt samband enn samveru, og maðurin varð ístaðin dømdur fyri blúnisbrot.

Ingi Midjord, ákæri, vísir á, at dómarin legði frágreiðingina hjá órættaðu til grund fyri dóminum. Dómarin metti tó, at av tí at maðurin bað gentuna um at kroysta limin hjá sær, sum ikki var stívur, var talan um blúnisbrot heldur enn eina roynd upp á annað kynsligt samband enn samlegu.

Les eisini...  Starvsfólk á eftirskúla ákært fyri kynsligan ágang

Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til, um málið skal skjótast inn fyri Landsrættin.

– Tá málið varð reist, metti ákæruvaldið, at talan var um roynd eftir øðrum kynsligum sambandi enn samlegu, og pástandurin hjá ákæruvaldinum var fongsulsrevsing, sum ikki var stytri enn fimm mánaðir. Hetta er rættiliga langt frá tí, sum vit høvdu væntað, og vit mugu tí fara at nærlesa dómin fyri at vita, um vit skulu skjóta hann inn fyri Landsrættin, sigur Ingi Midjord í viðmerking til midlar.fo.