Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arsenal tekur aftur oddasessin í Premier League

Í kvøld var North West London derby, tá ið Arsenal og Chelsea spældu á Emirates Stadium.

Arsenal er enn við í meistarastríðnum og kann bert vóna at Manchester City missa stig komandi dystirnar.

Ringa gongdin hjá Chelsea vil ongan enda taka og hava tapt teir seinastu fýra dystirnar í Premier League. Í løtuni liggja The Blues á einum 12. plássi og kann fáa tað ringasta kappingarár síðani 1993/94, tá ið teir bláu úr London endaðu á einum 14. plássi.

Dysturin í kvøld bleiv ein sannførandi 3-1 sigur til Arsenal, sum nú aftur tekur oddasessin frá Manchester City. Sum dystargongdin leið, var eingin ivi í hvat lið fór at vinna í kvøld, tá ið Arsenal var á odda 3-0 í hálvleikinum. Chelsea fingu tó minkað um munin 25 minuttir fyri leiklok, við málið frá Noni Madueke. Hettar var eisini hansara fyrsta mál fyri Chelsea, síðani hann í vetur kom úr PSV Eindhoven fyri gott 35 mió evrur.

Dystargongdin

Arsenal – Chelsea 3-1 (3-0)

18′ Martin Ødegaard 1-0

31′ Martin Ødegaard 2-0

34′ Gabriel Jesus 3-0

65′ Noni Madueke 3-1

The Gunners eru á 78 stigum, ímeðan Manchester City eru á 76 stigum. Arsenal hevur tó spælt tveir dystur fleiri enn Manchester City. Í annaðkvøld kl. 20 kann City tó hála seg aftur á fyrsta plássi, tá teir taka ímóti West Ham á heimavølli.

Næsti dystur hjá Arsenal er leygardagin ímóti Newcastle, ímeðan Chelsea á útivølli spælur ímóti Bournemouth.