Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Big Sam ger comeback

Sam Allardyce – ella Big Sam, sum hann verður nevndur – skal enn einaferð bjarga einum liði í Premier League undan niðurflyting. Hesa ferð er tað Leeds, ið hevur brúk fyri hansara hjálp

Farna kappingarár bjargaði Leeds sær sætið í Premier League í seinasta dystinum. Men aftur hetta kappingarárið liggur liðið úr Yorkshire ov nær niðurflytingarstrikuna, og tað hevur fingið felagið til at koyra venjaran, Javi Garcia, til hús. Hann náddi bert at standa á odda fyri Leeds í 12 dystum.

Ístaðin fyri hevur Leeds nú gjørt av at seta ein gamla kenning við róðrið í Leeds. Tað er Sam Allardyce, sum nú – enn einaferð, freistast mann at siga – skal forða fyri, at Leeds flytir niður.

Hann, um nakar, dugir kynstrið at halda einum liði upp í bestu deildini í Onglandi. Tað hevur hann megnað fleiri ferðir áður.

Liðini, sum Big Sam hevur megnað at hildið uppi í Premier League, eru millum annað Crystal Palace, Sunderland, Everton og Blackburn Rovers.

Einasta ferðin at Big Sam er fluttur niður við einum liði í Premier League var í kappingarárinum 2020/21, tá West Bromwich Albion hevði brúk fyri honum. Liðið lá, áðrenn Sam Allardyce kom til, á næstaftasta plássinum, men hetta kappingarárið megnaði hann ikki at bjarga West Brom undan niðurflyting.

Fyrsti dysturin, har Big Sam kemur at standa við róðrið í Leeds, verður torføri útidysturin móti Manchester City leygardagin.

Leeds liggur nummar 17 í Premier League – beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.