Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danska matvøruráðið ávarar ímóti væl umtóktum orkudrykki

Tað eru serliga millum børn og ung, at tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir orkudrykkum frá amerikanska Prime. Men nú ávarar danska matvøruráðið móti merkinum

Síðan orkudrykkir frá amerikanska merkinum Prime er komið á marknaðin, hevur stórur eftirspurningur verið eftir hesum orkudrykkum – eisini her í Føroyum.

Men nú kemur danska matvøruráðið við einari ávaring móti amerikanska orkudrykkinum, sum antin hava ov høgt virði av vitaminum ella kaffievni.

Hetta ger danska matvøruráðið, tí søla av hesum merkinum er ólóglig. Prime hevur nevniliga ikki fingið heilsufakliga góðkenning, sum er eitt krav, tá ríkaðar føði- og drykkjuvørur skulu seljast á danska marknaðinum.

Her vísir ráðið á, at fleiri evni og eisini mongdin av teimum, ið eru í Prime-orkudrykkunum, krevja eina góðkenning, og hon er ikki komin enn, skrivar matvøruráðið í einum tíðindaskrivi til danskar miðlar.

Høgt virði av kaffievni og vitaminum
Danska matvøruráðið skrivar, at nakrir drykkir frá Prime hava eitt høgt virði av A-vitaminum, ið danir frammanundan fáa nóg mikið av, millum annað frá gularótum, livurpostei og øðrum matvørum.

Matvøruráðið vísir á, at fært tú ov nógvar A-vitaminir yvir longri tíð, so kann livurin taka skaða av hesum.

Eisini er ov nógv kaffievni í nøkrum av Prime-orkudrykkunum. Royndir hjá matvøruráðnum vísa, at nøkur sløg av Prime innihelda nógv meira kaffievni enn ráðiligt er, sum er 32 milligramm per 100 millilitur, ið orkudrykkir hava loyvið til at hava í Danmark.

Tað eru teir kendu YouTube-stjørnurnar Logan Paul og KSI, ið eru upphavsmenn til Prime. Tilsamans hava teir fleiri enn 40 milliónir fylgjarar á YouTube, har teir eisini hava marknaðarført fyri vørumerkinum.