Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Erling Braut Haaland hevur tikið málmetið í PL

Norski Erling Braut Haaland hevur í kvøld tikið málmetið í Premier League fyri flest skorað mál í einum kappingarárið. Áðrenn áttu Andy Cole (1993/94) og Alan Shearer (1994/95) metið við 34 málum, men nú hevur Erling Haaland hjá Manchester City skorað 35 mál, sum nú er met í Premier League.

Manchester City spældi í kvøld á heimavølli ímóti West Ham. Tað var ein pligt sigur til teir ljósabláu úr Manchester, um teir skuldu fylgja við Arsenal í meistaraheitinum.

Tað var ikki fyrr enn í øðrum hálvleiki at gongd kom í maskinuna hjá Manchester City, tá ið Nathan Ake skallaði bóltin í mál eftir einum innleggi frá Riyad Mahrez.

So hendi tað, tá ið gott 69 minuttir vóru spældir, ein fríleypari til Erling Haaland frá Jack Grealish, sum hann hegnisliga skoraði og harvið mál nummar 35.

Phil Foden setti punktum fyri dystin, tá ið bólturin kom hoppandi og Foden gjørdi ikki mætari enn at flugta bóltin í netið til endastøðuna 3-0.

Ein annar dystur bleiv spældur í kvøld á Anfield Road, tá ið Liverpool tók ímóti Fulham. Heimaliðið kempar um at koma í top 4, ímeðan Fulham liggur nummar 10 og kann fáa sítt flottasta kappingarár síðani 2011/12, tá ið teir endaðu á einum 9 plássið.

Vit skuldu 37 minuttir framm, tá ið Darwin Nunez bleiv feldur av Diop í feltinum og dómarin Stuart Attwell peikaði á brotsparksplettin. Mohammed Salah bleiv settur at skjóta og skoraði sikkurt, sum nú hevur skorað 9 mál í teimum seinastu 8 dystinum. Støðan bleiv 1-0 til Liverpool og leggja nú press á Manchester United, sum eru 4 stig frammanfyri á 4 plássinum.

Les eisini...  Everton í vanda at flyta niður fyri fyrstu ferð í 72 ár

Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Manchester United á útivølli ímóti Brighton.