Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

F.C Barcelona nærkast meistaraheitinum

F.C Barcelona nærkast tað spanska meistaraheitið, tá ið teir á heimavølli vunnu 1-0 á Osasuna. Málskjúttin gjørdist Jordi Alba, fimm minuttir fyri leiklok. Miðskeiðis í fyrsta hálvleiki fekk Osasuna leikarin Jorge Herrando beinleiðis reytt kort, soleiðis at teir spældu næstan allan dystin við 10 monnum.

Kappingarneytanir úr Real Madrid spældi eisini í kvøld á útivølli ímóti Real Sociedad, men taptu 2-0 við málið frá Take og Ander Barrenetxea. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki fekk Real Madrid leikarin Dani Carvajal sítt seinna gula kort og bleiv vístur av vøllinum.

Dystargongdin

F.C Barcelona – Osasuna 1-0 (0-0)

27′ Jorge Herrando – Osasuna (reytt kort)

85′ Jordi Alba 1-0

Real Sociedad – Real Madrid 2-0 (0-0)

47′ Take 1-0

61′ Dani Carvajal – Real Madrid (seinna gula kort)

85′ Ander Barrenetxea 2-0

Í løtuni liggja Blaugrana úr Barcelona nummar eitt við 14 stigum niður til Real Madrid, við 5 dystum eftir at leika. Tað kann blíva fyrsta meistaraheitið í fýra ár og eisini fyrsta meistaraheitið uttan tann legendariska 10’aran Lionel Messi.

Tann lítli argentinarin er annars á ynskiseðlinum hjá Barcelona í summar, tá ið sáttmálin gongur út í Paris St. Germain.

Atletico Madrid hava ein dyst færri enn Real Madrid og kann við einum sigri hála seg upp á eitt annað pláss, við 13 stig upp til F.C Barcelona. Ímorgin klokkan 21 spælur Atletico Madrid ímóti Cadiz á heimavøllinum Civitas Metropolitano.

Um Barcelona vinnur á útivølli á grannarnar Espanyol, ið verður spældur sunnudagin tann 14 mai, kunnu teir kallað seg spanskir meistarir.