Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fartelefonir kunnu vera órógvandi í skúlanum

Tað eru skúlastýrini, sum saman við skúlaleiðsluni skulu gera reglur fyri fartelefonum í skúlanum, men Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer nú at gera vegleiðandi reglur um fartelefonir í skúlunum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir í skúlum við tilvísing um, at neyðugt er, at allir skúlar hava ein politikk á økinum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.

Í fyrispurninginum varð spurt, um ætlanir eru at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum, og hvørt fartelefonir eru ein avbjóðing fyri fólkaskúlanum.

Eisini varð spurt, um tað er í andsøgn við talgilda gerandisdagin at hava felags reglur fyri fartelefonir í fólkaskúlanum.

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur longu eftir fyrispurningi frá skúlunum gjørt vegleiðandi reglur fyri fartelefonnýtslu, men at tað eru skúlastýrini í einstøku skúlunum, sum saman við skúlaleiðarunum gera atferðarreglur í skúlunum.

Og fyrispurningarnir, ið Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur fingið frá skúlunum, vísa, at fartelefonir kunnu vera ein trupulleiki í skúlunum – bæði í fríkorterum og í undirvísingini.

Djóni Nolsøe Joensen vísir á, at í sambandi við aðalorðaskifti um fólkaskúlan í 2018 varð víst á, at: 

“Eitt vandamál, ið lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámsøkinum ferð eftir ferð hava víst á, er, at næmingar gerast bundnir at teldu og serliga fartelefon. Hetta ger, at teir megna ikki at fylgja undirvísingini, men reika heldur á Facebook og øðrum sosialum miðlum ella spæla spøl mitt í undirvísingartíðini. Harumframt verður sæð í fólkaskúlanum, at næmingar heldur enn at spæla og røra seg í fríkorterinum, sita hvør í sínum lagi við hvør sínaritelefon og spæla ella samskifta á sosialum miðlum.”

Djóni Nosløe Joensen vísir eisini á, at í august í ár verður ein nýggj støðisnámsætlan sett í verk fyri fólkaskúla og miðnám, og at hendan støðisnámsætlanin eisini hevur eitt brot um týdningin og eg endamálið við KT-nýtslu í skúlunum.

Les eisini...  Spyr hvat royndarverkætlanin við styttri skúladegi skal brúkast til

Samanumtikið metir landsstýrismaðurin ikki, at forboð fyri nýtslu av fartelefonum í skúlanum er vegurin fram, tí hetta er í andsøgn við talgildisútbúgvingina og búgving annars í skúlans høpi sambært endamálsorðing fólkaskúlans.
Hinvegin metir landsstýrismaðurin ikki, at nakað er til hindurs fyri at seta reglur fyri nýtslu av fartelefonum.