Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

H71 vann eisini greitt á Kyndli í 2. FM-finaluni í SMS-deildini

Hoyr Ásbjørn N. Nattestad siga frá dystarendanum av 2. FM-finaluni í SMS-deildini Kyndil-H71 27-32 (11-16). H71 er á odda 2-0 í finaluuppgerðunum, og kann við sigri á Kyndli leygarkvøldið klokkan 19.30 endurvinna meistaraheitið. FM1 sigur beinleiðis frá tí dystinum.

Ásbjørn prátaði við Bjartu O. Johansen hjá Kyndli, ið staðfesti, at tær í Kyndli gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur, og tað kostaði. Ásbjørn fekk eisini orðið á Mariu H. Weyhe hjá H71, ið fegnast um sigurin, men er greið yvir, at arbeiðið skal gerast liðugt.