Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Her er javnstøðukanningin

Stóra javnstøðukanningin hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Demokratia og Javnstøðunevndini varð løgd fram í gjár. Her kanst tú síggja kanningina í fullum líki

Í gjár var almenn framløga av stóru kanningini um javnstøðu, sum Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur biðið Fróðskaparsetri um at gera.

Sera lítið av vitan hevur verið um fatanina og upplivingina hjá føroyingum av javnstøðu ella vantandi javnstøðu, og hendan vitanin er fortreyt fyri at kunna fremja javnstøðu sum heild, um tað er eitt endamál, segði Almanna- og mentamálaráðið, sum eisini varðar av javnstøðumálum, tá tíðindini um kanningina bórust av fyrstani tíð.

Frágreiðingin við tilhoyrandi grafum kann síggjast niðanfyri.