Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnurnar hjá StÍF hava fingið ein nýggjan venjara

Tað verður danin Dan Muurholm Jürgensen, sum skal venja besta kvinnuliðið hjá StÍF komandi kappingarár. Umframt at vera venjari, so skal hann eisini styrkja felagsskapin í felagnum

Dan Muurholm Jürgensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum gentuliðunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Hann fer eisini at skipa fyri tiltøkum, sum styrkja felagsskapin og samanhaldið hjá børnum, ungum og teimum vaksnu.

Hann verður eisini við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og íkast til bygging av nýggjari ítróttarhøll á Strondum.

Dan er 43 ára gamal og er úr Danmark. Heimasíðan hjá StÍF skrivar, at hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Hann hevur hondbóltsvenjaraútbúgving og fleiri leiðsluroyndir. Tey seinnu árini hevur Dan í nøkur ár arbeitt við talentmenning í Aabenraa og Sønderborg.