Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leysatíðindi – Jude Bellingham til Real Madrid?

Her eru tey seinastu leysatíðindi í altjóða fótbólti

Jude Bellingham úr Dortmund til Real Madrid – Bellingham hevur verið settur í samband við Liverpool, Manchester United, Manchester City og Real Madrid. Serliga hava tvey feløg víst stóran áhuga fyri tann 19 ára gamla enska landsliðsleikaran, tey eru Liverpool og Real Madrid. Nú melda miðlar út at tað spanska stórfelagið eru komnir ásamt um ein prís við Dortmund og semja nærkast um sáttmála, prísurin sigst at verða umleið 100 mió evrur.

Kelda: Marca og Fabrizio Romano

Sannlíkindi: Yvir miðal

Lionel Messi fer úr Paris St. Germain í summar – Tann argentinska stjørnan sigst at verða liðugur í PSG, aftaná Messi fór ein túr til Saudi Arabia, uttan loyvið frá franska stórfelagnum. Sum nakrir miðlar melda út fer Messi at fáa 2 vikur leikbann fyri bæði at spæla dystir og venjing. Sáttmálin hjá Messi gongur út í summar og tað virkar ikki til at partarnir hava áhuga at forleingja samstarvið.

Kelda: Guillem Ballague og BBC

Sannlíkindi: Yvir miðal

Sadio Mané úr Bayern Munchen til Chelsea – Tann fyrrverandi Liverpool stjørnan hevur ikki livað upp til forvantningar hjá týska stórfelagnum og seinast var klandur millum felagarnar Sadio Mané og Leroy Sané. Tí hevur Chelsea fingið eyguni fyri tann senegalska áleyparan, sum hevur fortíð í Premier League og vil bjóða umleið 30 mió pund.

Kelda: 90 min

Sannlíkindi: Undir miðal

James Milner úr Liverpool til Brighton – Sáttmálin hjá Milner gongur út í summar og ein nýggjur sáttmáli við tann 37 ára gamla leikaran er ikki á skránni. Tí sær Brighton møguleika at fáa hansara undirskrift og Milner skuldi eisini havt áhuga fyri einum skifti til The Seagulls.

Les eisini...  Sørvágur fær eitt mentanarhús og sjósavn á donsku fíggjarlógini

Kelda: Sky Sports

Sannlíkindi: Miðal

James Maddison úr Leicester til Manchester United – Venjarin hjá Manchester United vil millum annað styrkja um miðvøllin og hevur sæð seg heitar uppá tann 26 ára gamla landsliðsleikaran. Leicester hevur havt tað torført í seinastuni og liggja til niðurflyting, sum kann opna fyri einum skifti til Manchester United. Tó hava fleiri onnur feløg víst honum á áhuga, men United skuldi verið klárir at bjóða 45 mió pund fyri James Maddison.

Kelda: Express

Sannlíkindi: Undir miðal