Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mette Frederiksen skal hitta Zelensky í dag

Saman við norðurlendsku stjórnarleiðarunum er Mette Frederiksen í Helsinki í Finlandi í dag, har tey skulu fundast við Volodymyr Zelensky, forseta í Ukraina

Danska forsætismálaráðið váttar í dag, at Mette Frederiksen seinni í dag skal hittast við Volodymyr Zelensky, forseta í Ukraina.

Mette Frederiksen ferðast í dag til Helsinki í Finlandi, har hon skal hittast við hinar norðurlendsku stjórnarleiðarararnar, og við á fundinum verður eisini Volodymyr Zelensky.

Fundurin kemur í kjalarvørrinum av donsku avgerðini at alta higartil størstu gávuna til Ukraina og stríðið hjá ukrainum móti russiska áganginum har eysturi í landinum.

Tað er ikki greitt, júst hvør dagsskráin er fyri fundin í dag, men í tíðindaskrivi skrivar danska forsætismálaráðið, at endamálið við fundinum er at viðgera hernaðarligan og sivilan stuðul til Ukraina, væntanir um at NATO-toppfundin í Vilnius í juli mánaði og ætlanirnar hjá Zelensky fyri friði millum Ukraina og Russland.

-Stríðið hjá ukrainum fyri frælsi er eisini okkara stríð. Tað er framvegis bráfeingis tørvur á hernaðarligum stuðli fyri at tryggja, at ukrainar standa so sterkir sum møguligt í stríðnum móti Russlandi. Og vit skulu hjálpa til at endurbyggja Ukraina og at halda lív í vónini um ein vanligan gerandisdag og eina rættvísa framtíð hinumegn kríggið, sigur Mette Frederiksen.

Rasmus Tanholdt, korrespondentur fyri TV2, er til staðar í Finlandi og vísir á, at í felag eru Norðurlond triðstørsti stuðulsveitari til Ukraina. Bert USA og Stórabretland hava latið meira til Ukraina.