Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðflokkurin: – Norðurlandahúsið hevur skaðilig tiltøk av flatlondum

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum finnast at Norðurlandahúsinum fyri at borðreiða við tí, sum teir kalla fyri "skaðilig tiltøk av flatlondum". Norðurlandahúsið hevur seinastu dagarnar sýnt sjónleik, ið snýr seg um eina samkynda kenguru

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, tinglimir fyri Miðflokkin, finnast nú at Norðurlandahúsinum fyri at vera karmur um tað, sum teir kalla fyri “skaðilig tiltøk av flatlondum”.

Í lesarabrævi í dag finnast teir báðir tinglimirnir fyri Miðflokkin at, at Norðurlandahúsið er vertur fyri tiltøkum, sum sambært teimum hevur til endamáls at ávirka Føroyar og føroyingar við “óføroyskum, óbíbilskum og skaðiligum kynsligum hugsanum”.

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen siga ikki ítøkiliga, hvat tiltak teir sipa til, men farnu tríggjar dagarnar hevur leikurin “Ein kengura sum tú” gingið í Norðurlandahúsinum.

Leikurin “Ein kengura sum tú”, snýr seg um, at vit eru øll serstøk menniskju, og at vit eiga tí ikki at geva fordómum gætur.

Kenguran í leikinum er samkynd, og LGBT+ Føroyar hevur verið partur av leikinum á tann hátt, at felagsskapurin var við í prátinum eftir sýningarnar, har til bar at seta LGBT+ umboðum spurningar.

Teir báðir Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen vilja í lesarabrævinum vera við, at tílík framferð hjá Norðurlandahúsinum og danska leikbólkinum er at líkna við søgnina um trojanska hestin, har grikkar í fornøld nýttu snildir fyri at sníkja seg inn í býin Troja og hertaka hann.

Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen vilja vera við, at við tølandi orðum og myndum verða bæði lærarar og foreldur lokkað at senda børn síni í Norðurlandahúsið til leikir og tiltøk, hvørs einasta endamál er at “ávirka komandi ættarlið at skifta “hitt náttúrliga um við tað, ið er ímóti náttúruni”.

Danski leikbólkurin “Hils Din Mor” hava gjørt leikin og lagt hann til rættis.