Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russland: Ukraina framt morðroynd móti Putin

Ukraina hevur roynt at myrða russiska forseta við tveimum dronum, sigur Russland í fráboðan í dag

Russland ákærir Ukraina fyri at hava framt eina morðroynd móti Vladimir Putin, forseta í Russlandi, eftir at Russland sigur seg hava tikið niður tvær dronur nærhendis Kreml í gjár.

Úr Kreml eru boðini, at dronurnar vórðu tiknar niður elektróniskari radarútgerð.

Putin forseti var ikki til staðar í Kreml, tá dronurnar vóru har, sigur talsmaður hansara, Dmitry Peskov, sambært BBC.

Ukraina vil ikki gera gera viðmerkingar til málið, og sambært BBC eru óváttaðar upptøkur, ið vísa royk yvir Moskva tíðliga í morgun.

Í fráboðan sigur Kreml, at talan var um eina tilrættislagda yvirgangsatsókn og morðroynd móti forsetanum í Russlandi, og at Russland tilskilar sær sjálvari rætt til at fremja hevndaratsóknir hvar sum helst og nær sum helst, um hetta verður mett at vera neyðugt.