Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skulkidagur á Glasi í dag

Skulkidagur er á Glasi í dag, men hesaferð er ikki proppur í ferðsluni. Yvirhøvur hevur tað gingið friðarligt fyri seg, sigur løgreglan

Seinasta døgnið hevur verið heilt friðarligt hjá løgregluni, men í morgun hava verið onkrar smávegis seinkingar á Marknagilsvegnum í Havn í sambandi við at skulkidagur verður hildin av nøkrum næmingum á Glasi.

Vakthavandi á løgreglustøðini boðar frá, at løgreglan hevur verið framvið á skúlanum og práta við næmingarnar, og at alt hevur gingið friðarliga fyri seg.

Av og á eru næmingarnir úti á vegnum og steðga onkrum bili, men yvirhøvur hevur hetta gingið friðarligt fyri seg, og ferðslan koyrir eftir Marknagilsvegnum.