Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brighton vann í yvirtíðini á Manchester United

Argentinski miðvallarin Alexis MacAllister avgjørdi dystin í kvøld ímóti Manchester United. Langt í yvirtíðini fekk Brighton eitt brotspark, tá ið Luke Shaw hevði hondina á bóltin aftaná eitt hornaspark. Dómarin Andre Marriner mátti út tjekka støðuna í VAR skerminum og dømdi beinanvegin brotspark til heimaliðið Brighton.

MacAllister sum annars hevur verið settur í samband við einari møguligari sølu til Manchester United, skjeyt bóltin ósvikaligt upp í vinstra hornið.

Tað var ein sera intensur dystur við nógvum gulum kortum og tað kundi verið nær við reyðum kortum í summum førum.

BrightonHagtølManchester United
59,5Possession %40,5
6Skot á mál5
22Skot í alt16
2,10xG (Expected goals)1,32
723Nertingar549
550Avleveringar379
14Taklingar20
6Klearingar13
8Horna6
0Offside2
4Gul kort4
10Brot frammt ímóti14
Kelda – Premier League & Understat

Manchester United kann við at vinna 4 av 5 dystum, kvalifisera seg til Champions League næsta kappingarár. Brighton kann har afturímóti koma upp á 73 stig og kann enn náa top 4 í Premier League, bæði við at yvirhála Manchester United og Liverpool.

Nr.LiðDystirVunniðJavnarTaptarMálmunurStig
1Manchester City332544+5779
2Arsenal342464+4278
3Newcastle3318114+3465
4Manchester United331968+963
5Liverpool341789+2459
6Brighton321679+2255
7Tottenham3416612+654
8Aston Villa3416612+454
9Brentford3412148+850
10Fulham3413615-145
11Crystal Palace34101014-1040
12Chelsea3310914-739
13Bournemouth3411617-2839
14Wolves3410717-2137
15West Ham349718-1334
16Leicester348620-1330
17Leeds347918-2430
18Nottingham Forest347918-3230
19Everton3461117-2529
20Southampton346622-3224
Kelda – Livescore

Næsti dysti hjá Manchester United er sunnudagin á útivølli ímóti West Ham. Brighton taka ímóti Everton á heimavølli, sum verður mánakvøldið.