Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskifrøðingur: Alingin kann hava ávirkan á upsastovnin

So hvørt sum alivinnan er vaksin, er upsaveiðan minkað í sama mun. Tað vísir ein samanbering av laksatøkuni og upsaveiðuni. Fiskifrøðingur heldur, at vitanin um, hvat hendir við upsanum fyrstu livitíðina sum ternumurtur og seiður inni við land, er so lítil, at hann letur so at siga allar møguleikar standa opnir

Í samband við, at Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, ein fyrispurning um, hvussu nógvur hvussu nógvur seiður endar í alinótunum á føroysku firðunum, har hann vísir á, at talan er um so nógvan seið, at tað er ein vandi fyri upsastovnin.

So svarar Høgni Hoydal fyrispurninginum frá Jóhannisi, at eingi tøl eru fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum á føroysku firðunum, og tað eru heldur ongar vísindaligar kanningar gjørdar hesum viðvíkjandi.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur tó, at hann ynskir at fáa hagtøl til vega, ið skulu greiða frá, hvussu nógvur seiður verður tikin í sambandi við tøku av alilaksi á føroysku firðunum.

Áður hevur eisini verið  frammi, at laksaaling í Føroyum kann hava neiliga ávirkan á upsastovnin undir Føroyum, tí at seiðurin nær ikki at vaksa seg til upsa, tí hann verður tikin saman við alilaksinum.

Øvugt lutfall
Tað vakti ans, tá Dimmalætting í grein í juni 2021 vísti á hagtøl, at alingin kann hava ávirkan á upsastovnin, tí verður hugt at samanbering av laksatøkuni og upsaveiðuni, tikin í kruvdari vekt frá 2000 til 2020 – í tonsum – so vísir samanberingin eitt øvugt lutfall hesi 20 árini – tí so hvørt sum alivinnan er vaksin, er upsaveiðan minkað í sama mun.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni, sigur í samrøðu við Dimmalætting í 2021, at vitanin um, hvat hendir við upsanum fyrstu livitíðina sum ternumurtur og seiður inni við land, er so lítil, at at kalla allir møguleikar eru opnir.

Les eisini...  Petur Steingrund: Toskastovnurin hevur ikki verið so illa fyri síðani 2005

Petur Steingrund heldur eisini, at møgulig ávirkan frá alivinnu á villan fisk og annars alt, sum hendir inni við land, eigur at kannast, men í so fall má meira peningur játtast til Havstovuna, tí orka er ikki til eyka uppgávur, sum er.

Petur Steingrund varðar millum annað av stovnsmetingunum, og tað hevur elvt til ikki sørt av høvuðbrýggi bæði í fiskivinnuni og á Havstovuni, at upsaflotin – í fyrsta lagi botnfiskatrolararnir – ikki hava megnað at fiskað ta nøgd, ið ICES mælir til at fiska undir Føroyum, tí fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur seinastu 10-12 árini.