Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sendir beinleiðs av Toftum kl. 13.00

Frá kl. 13.00 – 15.00 í dag sendir FM1 beinleiðis av Toftum nú Bátafestivalurin stendur fyri framman. Vit práta við m.o. Súna í Hjøllum borgarstjóra, Jákup á Borg, venjara hjá B68, Høgna Hansen og Kristian Poulsen frá Bátafestivalinum og Katrin Olsen frá flogbóltsfelagnum Ternuni.

Vertur er Petur Zachariassen og Heri Simonsen situr í studio.

Allar samrøðurnar verða lagdar út á heimasíðuna eisini.

Bátafestivalurin verður leygardagin 7. mai og FM1 sendir beinleiðis frá festivalinum frá kl. 11.30, har Vilmund Jacobsen siglir saman við øllum bátunum. Á landi gongur Petur Asbjørn Lervig runt við mikrofonini. FM1 sendir fram til umleið kl. 15.00 av Toftum.