Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Nú má B68 halda fast í góðu gongdini

Í samband við, at FM 1 sendir av Toftum í dag nú Bátafestivalurin er í hondum prátaði Petur Zachariassen eisini við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B68. Jákup viðgongur, at byrjanin hevur verið trupul, men við sigrinum á ÍF í Fuglafirði í seinasta dystinum er týdningarmikið hjá B68 at halda fast í góðu gongdini og vinna á AB í morgin. Ein dystur, ið FM1 sigur beinleiðis frá. Dysturin byrjar klokkan 16 í morgin. FM1 sigur eisini frá dystinum EB/Streymur-HB, ið byrjar klokkan 15.