Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi alt ov skjótt í Norðoyatunlinum

Ein bilførari varð í gjár tikin fyri at koyra 104 kilometrar um tíman í tunlinum

Ein bilførari norðanfyri hevði kanska í so nógvan skund í gjár, og hetta kostaði honum eitt klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Norðoyatunlinum í gjár, og tá varð hesin bilførarin tikin fyri at koyra 104 kilometrar um tíman.

Hetta er sjálvandi væl meira enn loyvda hámarksferðin, og bilførarin fekk tí eitt klipp í koyrikortið.

Talan hevur annars verið um eitt friðarligt døgn hjá løgregluni – eisini hóast skulkidagur var á Glasi í Havn í gjár.

Tað hendir seg meira enn so, at skulkidagurin kann gerast nokk so rokaligur, men løgreglan hevur einki mál skrásett frá skulkidegnum hesaferð.