Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lambið hevur tað eftir øllum at døma gott

Lambið, ið fekk eina heldur buldrasliga byrjan upp á lívið í morgun, hevur tað eftir øllum at døma gott

Lambið, sum í morgun varð lembt við hjálp frá Elianu Svøðstein, hevur tað eftir øllum at døma gott.

Sum sæst á videobrotinum niðanfyri, er lambið so smátt farið at kanna nýggja umhvørvið, sum tað brádliga er í, og lambið gongur annars og nálgast uppi í mammuni.

Lambið hevur bæði pissað og sloppið sær av við nakrar sparlar eisini.

Øðrvísi er kortini við ærini, sigur Eliana Svøðstein, sum heldur, at møguliga er ærin árend av einum bili.

Eliana Svøðstein sigur, at ærin megnar ikki at reisa seg sjálv, og at eftir at tey hava fingið hugt nærri at ærini, síggja tey, at eitt skurðsl er á einum beini, og tað tykist, sum at ærin hevur eitt stórt brokk.

Les eisini...  Hjálpti ær at lemba í vegjaðaranum

Tað er ilt at siga, júst hvat feilar ærini, men ein møguleiki er, at ærin kann vera skrædnað innaní av at verða árend.

Myndir: Eliana Svøðstein

Av somu orsøk hevur eisini verið trupult at fáa lambið at taka, tí lambið vildi ikki taka, so leingi sum ærin lá niðri.

Men tá ærin varð lyft uppfrá, var lambið kortini skjótt at fáa sær ein sopa.

Eliana Svøðstein leggur aftrat, at ærin hevur roynt at sleikt lambinum, men at hetta hevur verið eitt sindur trupult, tí lambið flytur seg allatíð.

Myndir: Eliana Svøðstein