Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Myndir: Kvøldskúlin í Havn flotar nýtt fýramannafar

Fyri triðju ferð hevur Kvøldskúlin í Havn smíðað ein bát, og hesin nýggjast i - eitt snotiligt fýramannafar - varð flotaður í gjár

Eitt lítið hátíðarhald var í Álakeri í Havn seinnapartin í gjár, tá Kvøldskúlin flotaði enn eitt fýramannafar, sum 13 næmingar á Kvøldskúlanum hava smíðað saman við læraranum, Andrass Joensen.

Hetta er 3. báturin í røðini frá Kvøldskúlanum. Hesaferð hava 13 næmingar smíðað, og tað er enn einaferð Andrass Joensen, sum hevur lagt lag á og staðið fyri undirvísingini. Báturin er enn einaferð smíðaður við Múlabátinum sum fyrimynd.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var við, og sum gamal róðursmaður á m.ø. Havnarbátinum stýrdi hann nýggja bátinum við sólini tríggjar ferðir runt um seg sjálvan, sum gamal siður er, tá nýggjur bátur verður signaður. Nakrir av næmingunum róðu.

Heðin Mortensen nevndi stutt, at vit ikki kunnu staðesta nóg ofta, hvussu stóran týdning tað hevur fyri varðveitslu av føroyska bátinum, at fólk læra at smíða.

– Tað er púra høpisleyst at øll sita og tosa og tekna og skriva bøkur og gera samtyktir, um ikki fólk læra handverkið. Og tað er tað, tit gera. Og tí fari eg beinanvegin at takka tykkum fyri tykkara stóra íkast.

Heðin Mortensen nevndi síðan, at hesin báturin skal varðveitast. Allir smálutir vóru ikki komnir uppá pláss, men kommunan fer at gera eitt neyst, so at hesin báturin kann verða sýndur fram soleiðis, at onnur kunnu læra av tí arbeiði, sum gjørt verður á Kvøldskúlanum.

– Fyri meg sum fyrrverandi kappróðrarmann er hetta ein einastandandi fløvandi kensla, at uppliva tað ídni og tann vilja, sum liggur í hesum, at varðveita henda mentanararv okkara, segði borgarstjórin.

Ætlanin  við bátasmíðinum hjá Kvøldskúlanum er at varðveita og miðla vitan um gamalt føroyskt bátasmíð.

Les eisini...  Báðir elbussarnir hjá Bussleiðini byrja at koyra í dag